top of page

Nevndarlimir 

Eftir aðalfundin 9. mars 2024 var nevndin henda: 

Jón Kragesteen, Fía Niclasen, Ebba Mortensen, Tráin Petursson Nónklett, Helena Lamhauge Mortensen. Tiltakslimir eru Sjúrður Hammer og Kolbrún í Haraldsstovu,. Nevndin skipaði seg siðani við Jón Kragesteen sum formanni, og Fíu Niclassen sum næstforkvinnu.

(Jón Kragesteen er frá 5. september 2024 í farloyvi frá formanssesinum)

Mál hjá nevndini eru m.a.:

  • at upplýsa um náttúru- og umhvørvisspurningar

  • at luttaka virkið í almenna kjakinum um náttúru- og umhvørvisspurningar

  • at arbeiða fyri at Føroyar minka um veðurlagsútlát m.a. í samstarvi við FNU bólkin “Veðurlagslóg Nú”, sum arbeiðir fyri, at løgtingið samtykkir eina bindandi veðurlagslóg

  • at allýsa útvald støð í Føroyum at friða, og arbeiða fyri, at tey verða órørd av mannahondum framyvir og at tey annars “fara aftur til náttúruna”.  

  • at náttúruverndarlógin verður brúkt sum amboð at verja náttúruna í Føroyum

  • at Århussáttmálan verður settur í gildi í Føroyum.

  • afturvendandi evnistiltøk í felagshølunum í Bøgøtu og aðrastaðni.

bottom of page