Ungdómsbólkurin hjá FNU er við á Umhvørvisvikuni við einari spennandi installatión. Installatiónin, ið kallast “Handan leiktjøldini” varpar ljós á ovurstóru nýtsluna í okkara samfelagi, ið krevur so nógva framleiðslu og elvir til so nógv burturkast, at umhvørvið svíður alsamt meira og meira.
Installastiónin er í Ostahúsinum í Havn (sí kort niðast á síðuni) og har er opið kl. 08.30-18.00.
Installastiónin sæst til og við 13. mai.
Ein lítil hugleiðing um ein stóran trupulleika: Dagliga eru vit umringað av brúkslutum, ið skulu gera gerandisdagin lættari, hentari og effektivari - við lutum, ið gera okkum betur umtókt ella geva okkum hægri status – við lutum, ið vit ikki duga at síggja okkum fyriuttan. Ella kanska hava vit ikki hugsað so langt? Kanska hava vit ikki givið okkum far um týdningin av tí vit keypa og nyttuna av tí vit blaka burtur. Er tað nú so umráðandi við hasum spildurnýggja leykahakkaranum frá Tupperware ella var tað kanska nokk við knívinum í skuffuni, ið riggaði fínt frammanundan? Tað er ein deilig kensla at hava verið í býnum og koma heim við einhvørjum fongi, men hvør er henda kensla? Eru vit bundin av henni? Um vit nú hugsa okkum betur um, leggja so hesir brúkslutir í roynd og veru nakra eyka góðsku í okkara gerandisdag? Hvar skulu øll tingini goymast? Størri hús, størri garasju, fyri at tað skal vera pláss fyri okkum sjálvum? Vit ynskja eisini við hesi installatión at seta spurnartekin við, hvar øll hesi tingini í roynd og veru koma frá. Hvørjar hendur og maskinur verða nýttar ella útnýttaðar og hvørji ráevnir skulu til. Hvussu dýrt náttúra okkara at enda kemur at gjalda fyri okkara lívsstíl.
Myndir úr Ostahúsinum
Ostahúsið liggur aftanfyri Perluna í Tórsgøtu í Havn, sí kortið niðanfyri