top of page

Hoyringssvar til uppskotið um náttúrumargfeldislóg sent Heilsu- og innlendismálaráðnum

Í hoyringssvarinum varð dentur lagdur á, at umhvørvisárinsmetingar skulu verða gjørdar í sambandi við ætlanir, sum hava árin á náttúruna. Hetta fevnir eisini um, tá aliloyvi verða givin, og í sambandi við yvirskipaðar ætlanir, sum hava árin á umhvørvið, so sum almenna orkupolitikkin og menningina av ferðavinnuni.

Umhvørvisárinsmetingar eru partur av fleiri altjóða umhvørvissáttmálum, sum Føroyar hava tikið undir við og eisini av heimsmálunum fyri burðardygga menning. Endamálið er at taka fólkið og íbúgvar við í planleggingina, soleiðis at øll eru væl kunnað og vitanin er tøk um, hvussu umhvørvið verður ávirkað av eini ætlan.

Lógin skal eisini viðurkenna náttúruna fyri tann týdning hon hevur í sær sjálvum, ótreytað av okkum menniskjum, og so skal lógin viðurkenna náttúruna fyri tann týdningin, sum hon hevur fyri heilsuna, vælveruna og sjálvbjargni hjá menniskjum.

Aðrar viðmerkingar snúðu seg um, at almenningurin og náttúruverndarfelagsskapir skulu hava rætt at kæra umhvørvisgóðkenningar og loyvi til virksemi, sum hevur árin á náttúru og umhvørvi, og skulu harumframt hava møguleika at taka avgerðir fyri ein dómstól. Lógin skal vera meira ítøkilig, tá tað kemur til ílegubroyttar verur (GMO), og forboð fyri at innflyta slíkar vøru skal vera ásett. Revsing skal ásetast og nágreinast um skaði stendst á náttúruna av virksemi.

Umráðandi er at neyðuga umsitingin av náttúru verður raðfest, so at lógin veruliga fer at lyfta náttúruvernd í Føroyum.

Mynd: Reipsá

bottom of page