top of page

Náttúrumargfeldislógin hevur uppiborið sámiliga viðgerð í løgtinginum

Náttúrumargfeldislógin hevur uppiborið sámiliga viðgerð í løgtinginum

Í sambandi við at samgongan hevur mist sín meiriluta og tað tí er óvist um Náttúrumargfeldislógin verður viðtikin, ynskja Føroya Fuglafrøðifelag, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Ringrás at greiða frá, hví vit meta tað hava alstóran týdning, at henda lógin fær eina sámiliga viðgerð, áðrenn tingið fer til hús. Vit vilja tí inniliga heita á øll løgtingsfólk – andstøðu og samgongu - um at fáa hetta lógaruppskotið aftur á tingskránna áðrenn summarfrítíðina og ikki lata hana doyggja í nevnd orsakað av politiskum spæli.

1. Verandi lóg er ikki nøktandi

Nógvir føroyingar hava bíðað spentir og tolnir eftir einari lóg, sum fyri fyrstu ferð staðfestir, at føroyska náttúran hevur virði í sær sjálvum, og at vit skulu skipa okkara samfelag á ein hátt, sum ikki oyðileggur náttúruna. Tað er okkara samfelagsskylda at náttúran, sum vit hava fingið litið upp í hendur, verður latin komandi ættarliðum í líka ríkum og “margfeldum” standi, sum vit hava havt hana.

Flestu grannalondini, sum okkum dámar so væl at samanbera okkum við, hava havt slíkar lógir í meira enn 100 ár, meðan vit í Føroyum onkursvegna ikki hava staðfest ein tørv á slíkum lógarverki. Heldur hava vit sløkt eldar eftir tørvi og besta førimuni. Mann hevur á sinni spurt, um vit hava tørv á nýggjari náttúrumargfeldislóg, tá vit hava eina náttúruverndarlóg við lokalum friðingarnevndum og yvirfriðingarnevnd. Svarið var eitt dundrandi ja!

Í 2001 kom serfrøðingabólkur, sum var settur av Føroya landsstýri, til hesa niðurstøðuna:

“Náttúrufriðingarlógin nøktar als ikki tann tørv, sum er á náttúrufyrisiting í dag. [...] Nevndirnar fáa einki gjørt við ikki-dálkandi langtíðarvirkandi broytingar, sum t.d. landslagbroytingar, vatnorkubyrgingar og ikki sjónligar broytingar, sum t.d. oyðing av vøtnum.”

Við øðrum orðum so er verandi lóg og fyrisiting fullkomiliga tannleys og hevur í allar flestu førum ikki megnað at virka eftir sínum høvuðsendamáli: at verja náttúruna. Hon hevur í alt ov langa tíð staðið máttleys ímóti vinnuligum áhugamálum, og tí hevur framferð okkara verið at oytt fyrst og spurt aftaná. Men við nýggju náttúrumargfeldislógini kann fyrisitingin fyri fyrstu ferð taka støðu út frá objektivari og vísindaligari vitan.

2. Eitt stórt stig tann rætta vegin

Tann 6. mars 2019 var uppskotið umsíðir klárt at leggja fyri tingið. Heili 26 hoyringsskriv vóru komin inn til lógaruppskotið. Út av teimum vóru áleið 15, sum úttrykkiliga gleddust um hetta arbeiði og viðurkendu, at stórur tørvur er á einari slíkari lóg. 7 hoyringsskriv fyrihildu seg relativt neutralt, meðan 3-4 hoyringsskriv vóru nakað skeptisk. Ein stórur fyrimunur við hesum lógaruppskotinum í mun til eldri uppskot er, at hon er bygd á norska modellið, sum ístaðin fyri at vera altumfevnandi, er ein sonevnd rammulóg, sum vit kunnu byggja upp á og leggja til rættis eftir tørvi. Uppskotið er sjálvsagt ikki lýtaleyst, men um tað fekk sína neyðugu viðgerð í nevnd og løgtingi, so átti tað saktans at verið gjørligt at eftirlíka teimum fáu áhugamálunum, sum hava fingið ávísar bólkar at kent seg ótryggar við hetta lógaruppskotið. Tað er eftir okkara tykki ikki nakað stórarbeiði, sum skal til fyri at loysa hesar knútar.

3. Ein náttúra, fleiri samgongur

Ikki bert verður ein burturmist margfeldislóg ein politiskur smeitur fyri samgonguna; hon fer at verða ein døpur áminning um, hvussu náttúran og hennara tilfeingi ikki verður virt og vart í Føroyum. Ikki einans forsøma vit alskyns altjóða ábyrgdir, sum vit hava bundið okkum til at halda gjøgnum árini, men vit halda á frameftir í blindum. Og tað er ikki til at siga, hvussu mong ár skulu ganga, áðrenn ein líknandi lóg verður klár aftur at leggja fram. Líknandi uppskot hava fyrr verið á gáttini til, at tey kundu leggjast fyri løgtingið, og tó skuldi tað vísa seg at ganga nógv ár, áðrenn tað nú veruliga er hent.

Ofta verður nevnt, at limir í flokkum sleppa at atkvøða eftir teirra egnu samvitsku í sokallaðum etiskum málum. Vit vilja vera við, at málið um náttúrumargfeldislógina í stóran mun er eitt etiskt mál, tí hetta snýr seg um tað samfelagsliga, mentanarliga og moralska virði, sum vit føroyingar vilja leggja í okkara náttúru. Ongantíð fyrr hava vit í lógarsmíði viðgjørt náttúruna sum havandi eitt eginvirði umframt eitt tilfeingisvirði, og hesum hugburði mugu vit ikki sleppa aftur.

4. Okkara lyfti

Feløg okkara ynskja einar Føroyar, har pláss er fyri náttúruni í samfelagsmenningini. Vit eru tilsamans áleið 300 limir, og vit kunnu lova, at vit fara ikki at gloyma, hvør tað var, sum annaðhvørt bjargaði ella drap náttúrumargfeldislógina.


Føroya Fuglafrøðifelag Ringrás Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Mynd: www.jenskjeld.info

bottom of page