top of page

ATGONGDIN TIL NÁTTÚRU OG SÁLARHEILSU

Á Náttúruráðstevnuni, sum verður 3. oktobur í Norðurlandahúsinum, kemur Kristine Engemann Jensen, granskari í Aarhus Universitet, at fortelja um samanhangin millum náttúru og sálarheilsu.


Nógv av okkum kenna uttan iva til, hvat ein túrur í havanum ella í skóginum kann gera. Vit kenna okkum avslappað og tað kann kennast lekjandi. Plantur í heiminum ella havaarbeiði er eisini við til at økja um okkara vælveru. Gransking hevur eisini víst okkum, at náttúran gagnar bæði fyri okkara mentalu og kropsligu heilsu.

Tilknýti til náttúruna kann minka um strongd og økja um kropsligan aktivitet. Og grøn økir hava víst seg at hava við sær niðursettan vanda fyri eitt nú fleiri sálarligar sjúkur, kardiovaskulerar sjúkur og deyða. Globalt síggja vit eitt mynstur av øktari urbanisering og at okkara býir gerast tættari, eftirsum fleiri og fleiri fólk flyta frá


landøkjum til býirnar. Tað merkir, at býarnáttúran er undir trýsti, tá tað verður bygt tættari fyri at gera pláss til teir nýggju býarbúgvarnar. Hetta merkir samstundis eisini, at býarbúgvar eru í øktum vanda fyri at útvikla kropsligar og sálarligar heilsutrupulleikar. Í kanningum av teimum donsku heilsuskrásetingunum hava vit víst á, at børn, sum vaksa upp við nógvum grønum økjum rundan um heimið, hava ein lægri vanda fyri at útvikla sálarligar sjúkur- eitt mynstur, sum ikki kann forklárast út frá sosioøkonomiskum ella genetiskum faktorum. Sálarlig vælvera hjá vaksnum fólkum úr øllum Danmark er eisini hægri, har tey hava meiri náttúru umhvørvi rundan um heimið. Hesa vitan um samanhangin millum sálarheilsu og náttúru vilja vit at hava integreraða í býarplanlegging framyvir við at skapa multifunktionell grøn býarrúm. Býarnáttúra kann tí eisini síggjast sum ein burðardygg loysn upp á fleiri av trupulleikunum, sum teir modernaðu býirnir fáast við: býarnáttúra kann økja um okkara sálarligu og kroppsligu heilsu, og verja okkara lívmargfeldi.


bottom of page