top of page

Eru bussar grønir?

Limatiltak


Eru tað ov fá parkeringspláss og ov nógv tóm setur í bussunum? Hvussu innrætta vit eina meira umhvørvisvinarliga ferðslu í Føroyum?


Hesar spurningarnar spyr FNU hóskvøldið 18. apríl kl. 20, tá dyrnar í Bøgøtu 14 lata upp fyri práti og kjaki um kollektiva ferðslu. 



Rasmus Steintórsson Biskopstø, sum hevur gjørt ymsar uppgávur fyri Strandfaraskip Landsins, millum annað skrásett øll busssteðgistøðini í Føroyum, kemur at greiða frá møguleikum og avmarkingum við føroysku samferðsluni frá einum umhvørvisligum sjónarhorni.  


Lagt verður upp til víðari prát og kjak um hetta.


FNU bjóðar kaffi og øl.

 

Stóra takk fyri eina hugnaliga løtu og spennandi kjak, og takk, Rasmus Steintórsson Biskopstø, fyri áhugaverda framløgu um bussar og samferðslu í Føroyum. 









bottom of page