top of page

Fjølbroytt ráðstevna


Týsdagin 3. oktober 2023 skipaði FNU fyri einari náttúruráðstevnuni í Norðurlandahúsinum.


Høvuðsendamálið við ráðstevnuni var, at luttakarar skuldu fáa meir at vita um lívmargfeldið, náttúruna, og okkara tilknýti til hana.


Yvir 200 luttakarar vóru á ráðstevnnuni, sum byrjaði við, at formaðurin í FNU, Jón Kragesteen bjóðaði vælkomin, og landsstýriskvinnan í Umhvørvismálaráðnum, Ingilín d. Strøm, setti stevnuna.


Tá landsstýriskvinnan hevði sett ráðstevnuna, byrjaðu framløgurnar. Fyrilestrahaldararnir vóru úr Føroyum og Norðurlondum, og greiddu m.a. frá náttúruverndarlógini, lívmargfeldi, um náttúru og sálarheilsu, og um børn og tilknýti til náttúruna.


Eftir framløgurnar varð farið í verkstovur har luttakarar fingu møguleikan at kjakast um ymisk evnir og fáa ítøkilig hugskot sum tey kunnu seta í gongd heima við hús ella á arbeiðsplássinum.


Dagurin endaði við samanumtøku av verkstovunum og pallborðsorðaskifti.


Niðanfyri kanst tú síggja upptøkur frá Náttúruráðstevnuni.

Myndir frá ráðstevnuni kunnu síggjast her.


Jón Kragesteen, formaður í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, bjóðar vælkomin.



Landsstýriskvinnan í Umhvørvismálaráðnum, Ingilín D. Strøm, setir ráðstevnuna.



Pætur á Borg, fulltrúi í Umhvørvismálaráðnum, greiðir frá Náttúruverndarlógini.



Sólva Jacobsen, granskari á Havstovuni, fortelur um náttúruna í havinum.



Magnus Gaard, rektari á Miðnámsskúlanum í Vestmanna, fortelur um náttúruna á landi.



Kristine Engemann Jensen, granskari frá Aarhus universitet, fortelur um samanhangin millum náttúru og sálarheilsu (beinleiðis stroyming).



Lars Dinesen, frá IPBES, greiðir frá støðuni og týdninginum av lívmargfeldi.



Maria Reumert Gjerding, forkvinna hjá Danmark Naturfredningsforening, fortelur um týdningin og ávirkanina av teirra arbeiði (beinleiðis stroyming).



Tikið verður saman um verkstovurnar:

Jessica Aquino, Náttúrutilknýti hjá børnum (Youth for Arctic Nature).

Jóna Ólavsdóttir,Náttúruloysnir og "Vilt við vilja" í Føroyum

Sjúrður Hammer, Nýggi altjóða lívmargfeldissáttmálin í Føroyskum høpi.

Diana Krossá Kongsbak, Citizen science (borgaravísindi), havmátingartól og e-Bird.

Jón Kragesteen, Byrja eina kompostskipan.



Dagurin endaði við einum pallborðsorðaskifti.

Luttakarnir vóru Ingilín D.Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvimálum, Magnus Gaard, rektari í miðnámi og Jón Kragesteen, formaður í FNU.







bottom of page