top of page

FNU fekk Grønu gávuna frá Etika

Grøna gávan frá Etika varð í ár latin FNU. Grøna gávan er peningur fyri sølu av vatni á Etika, sum óskerdur verður latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi til umhvørvisendamál.


Grundgevingin fyri at geva FNU Grønu gávuna er soljóðandi:

"Grøna gávan frá Etika verður í ár latin Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag (FNU) fyri tað ótroyttiliga sjálvbodna arbeiðið, tey hava gjørt fyri føroysku náttúruna í yvir 40 ár. Avrikslistin hjá felagnum er langur, og er eitt prógv um, at tað loysir seg at siga frá. Tey hava megnað at steðga ætlanum, sum høvdu havt neilig árin á náttúruøki, tey hava fingið bygdir um alt landið at rudda við at skipa fyri kappingini ”Føroya Reinasta bygd”, og tey hava skipað fyri ráðstevnum og alskyns átøkum. Tað seinasta av hesum var Jarðarinnar Vika, sum upplýsti og eggjaði fólki til at broyta vanar og vera meira tilvitaði um náttúruna og umhvørvið í dagligdegnum."


FNU takkar Etika fyri gávuna, sum er 49.685 krónur, og fer at nýta hana so skilagott sum til ber, umhvørvinum at frama.









bottom of page