top of page

Grækarismessurøðan, vaglið 2023

Røðari: Kolbrún í Haraldsstovu



Góða náttúra,

Várið er á veg, og upp úr kavanum berja planturnar seg.

Vit frøast hvørt ár, tá vit hoyra eitt tjaldursklipp, tí tað ber boð um ljósari tíðir. Eisini tá mýrisóljan blómar seint um várið, tá hvør veit og hvørt gil glitrar í djúpum gulum litum, tá vita vit, at náttúran spakuliga vaknar.

Í dag liggur kavin sum eitt reint vakurt lak yvir landið. Men samstundis fjalir hvíti kavin veruleikan, sum hann er.

Men vit, menniskju, hava ofta lættast við at frøast um tað, sum vit síggja.


Góða náttúra,

Vit hava altíð verið ógvuliga tongd at tær. Tú hevur hildið lív í okkum gjøgnum øldirnar. Vit hava sett búgv, skorið torv, latið seyðin ganga frítt í haganum, fingið reint vatn, nýtt áirnar til streym, velt, fiskað og veitt fugl í hópatali. Ja, eisini í dag eru okkara størstu vinnur beinleiðis tongdar at tínum tilfeingi.

Vit eiga at vera takksom og vísa tær hetta takksemi.


Góða náttúra,

Vit vilja tær væl, tað veit eg. Men vit taka teg fyri givið og duga ofta ikki at skilja, hvat tú tolir.

Vit avveita vátlendi og byggja út, og vegakervi okkara fer sum vant beint ígjøgnum tínar vøkru og reyðu mosaklæddu dalar. Og tú, góða náttúra, tú roynir at tillaga teg hvørja ferð.

Fuglarnir seta seg á øðrum stað enn árið frammanundan, flyta reiðrið enn eitt vet til viks, ja fuglarnir flyta seg fyri okkum. Somuleiðis klintra planturnar spakuliga niðan eftir fjallasíðuni so hvørt við, at tað verður heitari. Tær plantur, sum missa sítt festi, hvørva spakuliga, ósjónliga, og uttan at vit varnast. Umhvørvið broytist skjótt rundan um teg, og tú, góða náttúra, roynir at fylgja við. Men nær røkkur tú tínum marki?


Góða náttúra,

Eg øvundi títt mótstøðuføri. Onki sigur tú, tá tú verður nýtt til tyrvingarpláss, grótgoymslu ella ídnaðarøki. Ella er tað eitt illsinnisgleps frá tær, tá skriðurnar loypa í fjøllunum? Ella tá vetrarstormarnir herja?

Ongin spyr teg, um tað kanska var frægari, um vegirnir vórðu fluttir eitt vet til høgru ella til vinstru, um tað var neyðugt at leggja tjarnirnar undir í gróti, ella hvørji atlit áttu at verið tikin til títt lívmargfeldi. Tá loysnirnar altíð skulu vera her og nú, so gera vit oftast ikki tað, sum er best fyri teg.


Góða náttúra,

Politikarar tosa um búskaparvøkstur, men hví tosa teir ikki um plantuvøkstur? Politikarar tosa um samfelagsmenning, men hví tosa teir ikki um náttúrumenning?

Ja, vit skulu leggja um til grøna orku, men hetta skal gerast saman við okkara náttúru.

Vit tosa nógv um grøna orkuskiftið, og eisini tað skal henda í fullari ferð. Eg skilji væl, at tú óttast, góða náttúra. Tí um náttúran verður gloymd í skjótu samfelags framgongdini, so eru tað ikki burðardyggar loysnir, vit fremja, heldur tvørturímóti. Tað ber ikki til at fremja grønan orkupolitikk uttan at taka atlit til náttúruna.

Um atlit ikki verður tikið til lendið og lívfrøðiliga margfeldið rundan um ætlaðu vindmyllulundirnar, bæði áðrenn og aftaná inntrivini, ja tá er onki vunnið.

Tað er eitt sindur sum at gera eina á oman á eina á. Tí ístaðin fyri at reinsa skitnu ánna, so verður ein følsk á gjørd, sum fjalir trupulleikan, sum hann er. Og letur komandi ættarliðini taka tað tunga toyggið.


Góðu vátlendi, fjørur, strendur, og øll hini landsløgini í Føroyum,

Eg veit, at landslagsfjølbroytnið í Føroyum er hótt. Menniskju hava við tíðini valt, at eitt landslag hevur størri týdning enn hini. Vit hava avveitt vátlendi, minkað um lyngheiðar og fjallaøki, strendur og fjøru, og tað hevur gjørt, at landslagsfjølbroytnið, ella tað, sum eisini kallast lívøki, eru fá.

Djóra- og plantusløg, sum ikki trívast í graslendi, mugu tí finna sær eitt annað heim. Ein onnur avleiðing av hesum er eisini, at nógvir føroyingar halda, at einsháttaða graslendið er tað, sum eyðkennir føroysku náttúruna. Men vit kenna ikki til annað. Tað ger somuleiðis, at vit ikki vita, hvat vit hava mist. Og hvat vit missa, tá vit missa upprunanáttúru.

Vit siga okkum liva í tráð við náttúruna í Føroyum, men hvussu nógv vita vit í veruleikanum um náttúruna?

Bert ein fyribils reyðlisti frá 2005 sigur okkum nakað um, hvørji djóra- og plantusløg eru hótt. Tey tølini eru heilt víst øðrvísi nú. Vit hava ikki skrásett okkara lendissløg, vit vita ikki, hvønn týdning tey hava. Vit hava ikki eitt fullfíggjað yvirlit yvir okkara djóra- og plantusløg. Sum heild kann sigast, at náttúrugransking verður ikki raðfest í Føroyum.


Góðu menniskju,

Føroyar hava eina serstaka náttúru, sum hevur lagað seg til føroyska veðurlagið ígjøgnum fleiri túsund ár. Tí er tað serliga umráðandi at kanna, hvussu náttúran í Føroyum er fyri – hvørji landsløg, plantu- og djórasløg eru, og hvussu tey trívast. Tað er soleiðis, vit fyrireika okkum til eina ófrættakenda framtíð merkt av veðurlagsbroytingum, og tað er soleiðis, vit tálma tær avleiðingar, sum standast av hesum broytingum. Náttúruna mugu vit at taka atlit til og hava virðing fyri. Men uttan vitan, hvussu kunnu vit hava virðing, og hvussu skapa vit tilknýti til náttúruna?

Vit verja tað, sum vit virðismeta, og vit virðismeta tað, sum vit skilja. Uttan náttúruvitan, vita vit ikki, hvat vit skulu verja, og hví vit skulu verja tað.


Góðu menniskju,

Náttúran er ein samanhangandi heild. Teir høgu fjallatindarnir renna saman við teimum smáu áarløkunum, vatnið í ánni rennur út á sjógv, og øll hesi liðini eru tongd at hvørjum øðrum. Náttúran er all-inclusive , vit kunnu ikki velja og vraka, hvørja náttúru, vit vilja hava.

Okkara náttúra ber sjónlig brá av sliti. Tað er upp til okkum at verja okkara náttúru. Tað er ongin, sum ger tað fyri okkum.


Góðu tjøldur, góða náttúra, góðu føroyingar

Aftur í ár leita tjøldur til Føroya. Hvørt ár koma tit til okkara, hóast tað er minni av náttúru til tykkara.

Tit reiðrast og støðast hóast uppdyrking, vegir og útbygging troka tykkum spakuliga burtur.

Nei, hendan viðgerðin av náttúruni samsvarar als ikki við, hvussu nógv vit gleðast um at hoyra fuglaljóð, samstundis sum vit áhaldandi avveita vátlendi og byggja fram við sjóvarmálanum.

Menniskjaligt virksemi heldur fram at breiða seg út yvir víkirnar og fjøruna. Men tjøldrini søkja eisini til hesi støð. Tey leita sær føði og hvíla á strondum og í fjøruni, tá ið tey koma til landið.

Halda vit fram at minka um fjøruumhvørvið við slíkari ferð, mugu vit spyrja, um vit skulu finna okkum ein nýggjan tjóðfugl í framtíðini?


Góða náttúra

Eg veit, tað ljóðar kanska dapurt, men tað er ikki ov seint, tí vit vita, at tað ber til at venda gongdini.

Fleiri náttúrustríð eru vunnin. Kanska tey í dag virka sum ein sjálvfylgja, men fyri bara nøkrum árum síðani var ætlanin, at Eysturoyartunnilin skuldi koma út á Toftavatn, og áðrenn tað skuldi Toftavatn vera brennistøð. Enn er eisini tíð til at viðurkenna náttúruvirðið runt Stórutjørn.

Vit síggja eisini, hvussu fólkið samlast sum ein rødd at verja náttúruøki. Fríøkið við Sandá er eitt gott dømi. Men vit mugu minnast at hyggja longri niðan í dalin, tí øll Sandá er ein vistskipan – heilt frá byrgingini oman á Sandagerð. Er áin oyðiløgd í einum staði, ávirkar tað heildina. Somuleiðis nyttar tað lítið at avmarka aliringar, samstundis sum sandbátar óavmarkað slúka tonsavís av sandi upp á sama øki. Tá hvørvur grundarlagið hjá øllum botnverum, og tað er eisini tað, mann metir er ein hóttan móti okkara nebbasildastovni og harvið eisini okkara sjófuglalívi.


Góða náttúra

Enn eru órørd náttúruøki, sum kunnu friðast. Enn hava vit pláss fyri, at lívmargfeldið kann støðast í Føroyum. So heppin eru nógv onnur lond ikki. Tey ásannaðu ikki trupulleikan, fyrr enn ov seint var. Men hjá okkum er ikki ov seint. Vit kunnu læra av mistøkunum hjá øðrum londum, og við at raðfesta náttúru og gransking sleppa vit undan hesum mistøkum.

Tí mugu vit áseta náttúrufriðlendi nú ístaðin fyri at brúka millióna upphæddir seinni at endurbøta náttúru, tá hon er oyðiløgd.

Koltursverkætlanin er eitt stig á leiðini, og vit granska av øllum alvi fyri at læra meira um teg, góða náttúra, fyri at kunna geva tær eitt tryggari støðufesti í framtíðini. Lendisbataverkætlanin er eisini eitt framstig. Vit granska og endurbøta fyri at skilja, hvussu vit kunnu fyribyrgja náttúrusliti.



Góða náttúra

Tá smáfuglar eru í vanda, fer tjaldrið á flog, og við sínum eyðkenda klippi rekur tað rovfuglar burtur.

Hvítu húsini, Løgtingið, eiga at verja teg, góða náttúra. Men har hoyrist ikki eitt klipp. Tí er mín áheitan á politisku skipanina, gerið sum tjaldrið, breiðið veingirnar og vísið, at tit tora at verja smáfuglin, náttúruna og Føroya fólk.


Góða náttúra

Eg eri errin og rørd um, at eg sleppi at standa her og geva tær eina rødd í dag. Verja teg og tosa fyri teg. At sleppa at standa her og bjóða tjøldrunum vælkomnum. Tey velja Føroyar, tí tey enn støðast her. Tey vilja reiðrast og finna føði her, og tað eiga vit at taka sum ein heiður. Vit eiga at skapa og tryggja tær umstøður, sum enn eru eftir hjá tjaldri og hinum fugla- ,plantu- og skordýrasløgunum, sum støðast í Føroyum.

Tí trívist tú, náttúran, tá trívast vit øll.

Takk fyri.


bottom of page