top of page

HEVUR TÚ HOYRT UM COP15?

Flestu av tykkum kenna sikkurt til veðurlagsráðstevnuna, sum seinast var í Sharm-El Sheik (COP27), men vistu tit at har eisini er ein ráðstevna fyri lívmargfeldið?


Andrea Vang, Montreal, Canada.


Í ár er the UN Convention on Biological Diversity, Conference of the Parties nummar 15 (CBD COP15).

COP15 er serliga umráðandi tí londini royna at semjast um eina nýggja avtalu um, hvussu vit skulu steðga svinninum av lívfrøðiliga margfeldinum áðrenn 2030, tað kallast the Post-2020 Global Biodiversity Framework (GBF)

Summi samanbera hesa avtaluna við París sáttmálan fyri lívfrøðilig margfeldni.


VIT HAVA LONGU VEÐURLAGSRÁÐSTEVNUNA HVÍ ER LÍVMARGFELDIÐ UMRÁÐANDI?

Jørðin hevur ikki mist lívmargfeldi so skjótt sum nú, síðani dinosaurarnir útdoyðu, og tað er okkara skyld.

Nógv vísindafólk siga hesa ráðstevnuna hava størri týdning enn veðurlagsrástevnan. Málið er at venda kósini av tapinum av lívmargfeldi áðrenn 2030, hetta er ekstremt ambitiøst!


Á verðurlagsráðstevnuni hevur mann málið “ikki heitari enn 1,5 C” sum útgangstøðið. Eitt líkandi mál hava heimsins lond ikki fyri lívmargfeldið. Veðurlagskreppan er fløkjaslig, men lívmargfeldiðkreppan er enn meira fløkjaslig, og tí er tað sera torført at seta eitt tal á.


Ein roynd verður gjørd allíkavæl! Málið er, at 30% av landi skal verða friðað áðrenn 2030, kallað 30X30 málið. Vísindafólk siga,at málið burdi verði 50%. Hettar málið gevur ei heldur meining fyri øll lond. Hvussu við teimum sum hava varðveitt meir enn 30%? Hava tey so grønt ljós til at misnýta meir av sínum landið? Onnur lond hava lítið pláss í mun til, hvussu nógv fólk tey eru, hvussu skulu tey gera? O.s.fr.


COP 15 ráðstevnan skuldi verið í Kina í 2020, og hevur nú verði útsett í 2,5 ár. Hettar merkir, at londini hava 7,5 ár at náa tí, sum tey (vónandi) skrivað undir 19. decembur, og ikki 10 ár. T.v.s. enn og torførari at náa at friða 30% av landinum áðrenn 2030.


HVAT ER SERLIGA UMRÁANDI FYRI UNGDÓM AT FÁA VIÐ Í SÁTTMÁLAN?

Eg eri á COP15 sum umboð fyri føroyskan ungdóm saman við Nordic Youth Biodiversity Network(NYBN), ið er ein deild undir Global Youth Biodiversity Network .

Í 2020 gjørdu vit og Norðurlandaráðið eitt spurnaskjal til norðurlendskan ungdóm, um hvat er umráðandi hjá okkum at fáa við í the Global Biodiversity Framework.

Vit hava arbeitt í tvey ár, fyri at fáa so nógv av okkara ynskjum við í GBF sum gjørligt. Okkara hjarntamál eru:

  • At ungdómur og upprunafólk verða hoyrd og tikin við í avgerðum um okkara framtíð

  • At fólk verða betur upplýst um trupulleikan við svinninum av lívmarfeldi

  • At grøna skiftið verður gjørt við virðing fyri mannarættindum, og at londini við yvirskoti skulu gjalda meir fyri skiftið.

  • At vit taka ábyrgd fyri okkara ”ecological footprint”

  • At vit leggja avgjøld á vørur, sum hava ringa ávirkan á umhvørvið

Sjálvandi fáa vit ikki øll okkara ynskir við í GBF, men tað hevur eydnast at fáa ”intergenerational-equity” við í sáttmálan, sum tryggjar at ung verða hoyrd,, og tað eru vit sera glað fyri!


Sáttmálin hevur eisini týdning fyri føroysku náttúruna og náttúruvernd í Føroyum. Í Føroyum eru fleiri sløg av plantum og djórum hótt, og í nógvum førum vita vit ov lítið um stovnarnar og støðuna til at siga, hvør støðan er. Eisini kann nevnast, at fleiri støð í Føroyum, har sjáldsom sløg halda til, ella har lívmargfeldið er høgt, als ikki eru vard. Hesin altjóða sáttmálin má í fyrsta lagi vera ítøkiligur og væl orðaður og í seinna lagi mugu Føroyar gera sítt til saman við heimsins londum at verja náttúruna og steðga svinninum av lívmargfeldinum.

bottom of page