top of page

IRF ment føroyskt tilfar til børn um umhvørvi og burturkast

Vistu tit, at á heimasíðuni hjá IRF (www.irf.fo) finst nógv kunning og tilfar um føroysku náttúruna og umhvørvi?


Sum liður í upplýsingartilfari um umhvørvi og skiljing av ruski, hevur IRF eisini gjørt eitt spæl og eitt hefti, sum er ætlað yngru børnunum. IRF-spælið er serliga rættað móti børnum í aldrinum 4-12 ár, men er eisini væl egnað sum eitt familjuspæl, tí endamálið er at fáa bæði børn og vaksin at hugsa meira um burturkastøkið. IRF-heftið hevur ymiskar uppgávur til børnini at loysa um m.a. skiljing, endurvinning og endurnýtslu. Tilfarið er ment í samstarvi við Angelu og Hannibal.


Spælið og heftið verða latin yngru børnunum, sum koma á vitjan hjá IRF, og harumframt fáa allir forskúlar/skúlabólkar í limakommununum hjá IRF tilboð um at fáa tilfarið við skúlaársbyrjan.


Hetta halda vit í FNU verða eitt sera gott og jaligt átak, og halda vit, at tað er so sera umráðandi at fáa børnini við.




Comments


bottom of page