"Árið og maturin" er føroysk kalendaraverkætlan, ið Sunniva G. Mortensen (Matkovin) og Lena Nicolajsen standa fyri. Tær eru í hesum døgum í gongd við at savna og myndprýða kunning um, hvørjar rávørur og matvørur eru í árstíð hvønn mánað í Føroyum.
Ein burðardygg og staðbundin matmentan
Við verkætlanini, "Árið og maturin", er ynski um at varpa ljós á góða matin, sum verður dyrkaður, veiddur og framleiddur í Føroyum.
Fyri mong kann tað tykjast torført at fáa skil á nær staðbundi maturin er í árstíð, og tí hava vit tikið stig til at menna ein føroyskan matkalendara, sum vísir nær rávørur og matvørur eru í árstíð. Kalendarin verður sniðgivin og prentaður í tveimum ymiskum formatum, sum ein ársplakat (A2) og sum vanligur kalendari við einari síðu pr. mánað (A3), og tað er føroyski teknarin og sniðgevin, Lena Nicolajsen, sum myndprýðir kalendaran.
Nógvar orsøkir eru at keypa staðbundnan mat í árstíð. Tað er gott fyri umhvørvið, at vit minka um innflutning av hópframleiddum matvørum úr fjarskotnum londum og at vit heldur økja burðardyggu matframleiðsluna og -søluna í Føroyum. Tá vit keypa staðbundnan mat beinleiðis frá føroysku framleiðarunum gagnar hetta bæði framleiðarunum, nærsamfelagnum og felagskensluna millum fólk. Somuleiðis gagnar tað føroyska búskapinum, at vit bæði framleiða, selja og nýta staðbundna matin í Føroyum.
Les meira um verkætlanina á Hópfígging: https://www.hopfigging.fo/project/view/119