top of page

Í kjalarvørrinum av kjakinum um spillvatn

Spillvatn er alt tað vatn, sum endar í kloakkini. Tað merkir at tað er alt vatn frá húsarhaldinum, so sum matleivdir og skarn frá fólki, men eisini málingarestir, heilivágur og ymisk onnur kemikaliir, sum koma frá reingerðarevnum. Spillvatnið inniheldur eisini bakteriur, sum kunnu gera bæði menniskju og djór sjúk.

Tað er tí týdningarmikið at spillvatnsviðurskiftini, bæði hjá privatum, og á stovnum og virkjum, eru í lagi, soleiðis at bæði fólk og náttúra ikki taka skaða av spillvatninum.


Tó hava bert 8 útav 29 kommunum í Føroyum eina góðkenda spillvatnsskipan

Tað eru átta ár síðani at kommurnarnar burdu havt fingið hesi viðurskiftir


í lagi, og tó er tað færri enn ein triðingur av teimum, sum hava eina góðkenda spillvatnsskipan.

Hetta halda vit burdi verið ein høg raðfesting hjá kommunum, og vóna vit at tær kommunur, sum framvegis ikki hava hesi viðurskiftir í ordan, nú fara at arbeiða fyri at náttúran verður trygg at ferðast í, soleiðis at borgarar kunnu kenna seg tryggar.


(Myndin er frá Umhvørvisstovuni)


Spillvatn:


Spillvatnskunngerð lítla ávirkan:


bottom of page