Nýggj føroysk faktabók um matoyðsl!
Í hesi vikuni fer bókin Matur – okkara virðismikla tilfeingi út í handlarnar. Hetta er ein upprunaføroysk faktabók um matframleiðslu og -oyðsl og veðurlagsbroytingar, sum er viðkomandi fyri bæði børn og vaksin. Sanna Andrassdóttir Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen hava skrivað hesa bók, sum eisini er partur av krossfiskarøðini hjá Bókadeildini og Námi og sostatt hóskandi sum undirvísingartilfar til mið- og hádeild.
Bogi Hansen, havfrøðingur, sigur soleiðis um bókina: ”Ein sera kærkomin bók, sum kann fáa børnini at skilja, at matur ikki er ein sjálvfylgja, og ikki minni okkum vaksnu, sum innflyta næstan hvønn bita, sum fer í munnin, um hann ikki fer í ruskspannina.”
Útgávutiltak
Í sambandi við, at ein nýggj upprunaføroysk faktabók er komin á marknaðin, verður skipað fyri útgávutiltaki hósdagin 10. mars kl. 20 í Reinsarínum í Havn! Bókadeildin bjóðar vælkomin, og síðani fer Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen at hava samrøðu við høvundarnar. FNU fer eisini at hava eina framløgu um veðurlagsbroytingar. Harumframt fer Guðrið Hansdóttir at syngja, og Mat- og moldmentanarháskúlin ger okkurt ábit.