Í MINSTA LAGI 6 SLØG AV SKØRU VAKSA Í FØROYUM, MEN TAÐ ER EINANS GARÐASKØRAN (ALCHEMILLA MOLLIS), SUM VEKSUR ALT OV VÆL OG ER NÆRUM ALLASTAÐNI.
Allar hinar eru vakrar urtagarðaplantur, men garðaskøran er ein innræsin planta, og tí mugu vit øll gera okkara fyri at minka um hana.
Innræsin plantusløg eru plantur, sum eru meira kappingarførar enn onnur plantusløg. Tí eru tær kappingarneytar við okkara uppruna plantufjølbroytni og eru við til at skumpa onnur plantusløg burtur og taka yvir øki.
SOLEIÐIS TÝNIR TÚ GARÐASKØRUNA (UTTAN AT BRÚKA EITUREVNI):
- Grava hana upp – rótin má upp við, og tær heilt smáu planturnar kunnu ofta takast upp við knívi.
- Koyr ikki planturnar í kompost ella til tyrving, men á brennistøðina at brenna.

