Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag hevði í dag vitjan av landsstýriskvinnuni, har vit fingu høvi at umrøða fleiri av teimum stóru náttúru- og umhvørvismálunum, sum standa fyri framman.
Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinna í orku-, náttúru- og umhvørvismálum, vitjaði í dag Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Høvuðsboðskapurin frá landsstýriskvinnuni var, at ferð skal á grøna orkuskiftið, og at náttúruatlit skulu tryggjast frá byrjan, tá nýggj t.d. vindmyllulundir verða staðsettar.
Ein týðandi partur av práti okkara snúði seg um grøna orkuskiftið. Landsstýriskvinnan legði dent á, at nú skal verulig ferð koma á grønu umleggingina, og at neyðugt er at bera skjótt at.
Samstundis skal orkuskiftið skipast soleiðis, at náttúruatlit verða tikin frá byrjan. Eitt ítøkiligt amboð í hesum arbeiðinum verður ein nýggj lendisumsitingarlóg, sum skal tryggja, at atlit at náttúruni koma í fyrstu røð, tá støða verður tikin til, hvar eitt nú vindmyllulundir skulu staðsetast. Sambært landsstýriskvinnuni er arbeiðið við nýggju lendisumsitingarlogini komið heilt langt.
Á fundinum umrøddu FNU og landsstýriskvinnan eisini ymisk øki í náttúruverndarlógini. Millum evnini vóru kunngerðin um innræsnar plantur, Sandoy og Skúvoy sum verndarøki og møguleikarnir fyri bráðfeingisverju av náttúruøkjum.
FNU fegnast um vitjanina frá landsstýriskvinnuni, og um møguleikan at hava eitt beinleiðis og ítøkiligt orðaskifti um, hvussu vit bæði kunnu seta ferð á grøna orkuskiftið og samstundis tryggja føroysku náttúruna.
FNU hevur eisini boðið landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, á fund. Vinnumál og náttúru- og umhvørvismál renna í alsamt størri mun saman, og tí heldur felagið tað vera týdningarmikið at hava eitt opið orðaskifti um, hvussu Føroyar kunnu menna seg á ein hátt, har bæði grøna orkuskiftið og náttúruvernd verða raðfest.
Mál, ið vit ynskja at fáa flutt fram á náttúru-, umhvørvis- og veðurlagsøkinum
- Náttúruvernd og lívmargfeldi
- Innræsnar plantur: Nær kann kunngerð um innræsnar plantur setast í verk?
- Verndarøki: Hvussu verður arbeitt víðari við vernd av økjum á Sandoynni, Skúvoy og Mykineshólmi, og hvør er støðan við bráðfeingisverjuni í Saksun?
- Náttúrupolitikkur: Hvussu verður tryggjað, at almennir myndugleikar taka fyrilit fyri náttúrumargfeldi og burðardygd í sínum avgerðum? Er ætlanin framvegis at gera ein náttúrupolitikk?
- Náttúrufriðingarnevndirnar: Er ætlanin at dagføra býarskipanarlógina ella aðra viðkomandi lóggávu, so náttúruvernd verður viðgjørd eftir nútímans náttúruverndarprinsippum?
- Umhvørvisárinsmetingar: Er ætlanin at krevja, at umhvørvisárinsmetingar eru gjørdar, áðrenn stórar byggiverkætlanir verða settar í gongd?
- Veðurlag og orkuskifti
- Veðurlagspolitikkur: Hvørjar eru ítøkiligu raðfestingarnar fyri at røkka føroysku veðurlagsmálunum og altjóða skyldunum?
- Veðurlagslóg: Er ætlanin at arbeiða víðari við eini veðurlagslóg, sum skapar greiðari mál, ábyrgd og uppfylging?
- Orkuútbyggingar: FNU ynskir, at náttúru- og umhvørvisárin verða lýst so tíðliga sum gjørligt og áðrenn endaligar avgerðir um øki og útboð verða tiknar. Er ætlanin at samstarva við landsstýrisfólkið í búnaðarmálum um eina lendisætlan fyri Føroyar?
- Grøn skipabygging: Kunnu stuðulsskipanir í størri mun eggja til grønar loysnir, tá skip verða bygd ella umbygd?
- Burturkast og ringbúskapur
- Burturkastkunngerð/landsætlan fyri burturkast: Hvør er støðan við burturkastkunngerðini? Og nær verður ein landsætlan gjørd, sum setur greið mál fyri kommunur, IRF og KB og flytir Føroyar móti størri endurnýtslu og ringbúskapi?
- Pantskipan: Nær verður pantskipanin sett í verk, og hvør er ætlanin fyri at víðka skipanina til fleiri íløt?
- Byggitilfar: FNU ynskir samstarv millum landið, vinnuna, IRF og KB um endurnýtslu av byggitilfari, sum í dag verður burturbeint.
- Veðurlagstillaging og vátlendi
- Veðurlagstillaging: Hvørjar váðar- og kostnaðarmetingar eru gjørdar í sambandi við ógvusligari veður, skriðulop, bygging nær sjóvarmálanum o.a., og hvussu verður ábyrgdin býtt millum land, kommunur og aðrar aktørar?
- Vátlendi: Hvør er ætlanin fyri skráseting og vernd av vátlendi? Er peningur settur av til arbeiðið?
- Taðing: Er ætlanin at dagføra reglurnar um taðing, m.a. við atliti at vátlendi og tí nøgd av tøðum, sum náttúran kann taka ímóti?







