Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag gerst virkið aftur
Tíðindaskriv Føroyar hava seinastu árini ongan virknan umhvørvisfelagsskap havt, men nú kemur vend í. Eftir at FNU “Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag” hevur ligið stilt í nøkur ár, fer felagið nú aftur undir virksemi sítt at varpa ljós á umhvørvismál og umhvørvistrupulleikar. Á eykaaðalfundi hin 27. september 2014 varð nýggj nevnd vald, og nýggja nevndin gleðir…

