Steðgið havnarútbygging!
Yvirlýsing FNU – Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, vil við hesum staðiliga mæla til, at kommunuætlanin hjá Tórshavnar kommunu, sum er til hoyringar í løtuni, verður endurskoðað. Kommunuætlanin ber í verandi líki brá av hugsjónum, sum hoyra eini farnari tíð til. Til dømis eru eingi munagóð átøk at minka um bilferðslu; tvørturímóti verður hildið fram at…


