Vit elska spælipláss…… men er “bleytt gummi í fleiri litum” tað, sum vit skulu bjóða okkara børn
Tað hevur vundið upp á seg, at barnagarðar og onnur gera felagsøki við bleytum gummiundirlagi. Helst skal hetta tilfar betra um trygdina, men undirlag, sum er framleitt úr endurnýttum bildekkum, er als ikki gott fyri umhvørvið. Kanningar vísa, at tilfarið inniheldur fleiri ymisk heilsu- og umhvørvisskaðilig evni, og í grannalondum okkara, hava fleiri kommunur avgjørt…

