Hvat hendir við áunum í Norðuroyggjum?
FNU hevur biðið Klaksvíkar Kommunu um alment innlit í øll skjøl, sum viðvíkja vatnleiðing til nýggju smoltstøðina, sum skal byggjast í Norðuroyggjum. Herfyri frættist knappliga, at Klaksvíkar Kommuna hevur arbeitt í loyndum við einari ætlan um at taka fleiri áir í Borðoynni og Kunoynni. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag undrast stórliga á, hvussu ein almennur myndugleiki…

