Síl og stórídnaður – væleydnaður norðurlendskur fundur
30. august – 1. september var árligi fundurin hjá størstu norðurlendsku umhvørvisfelagsskapunum hildin í Føroyum. Á fundinum deila umhvørvisfelagsskapirnir teirra vitan og royndir, og leggja ætlanir fyri framtíðar virksemi og samstarv. Felagsskapirnir vóru Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Danmarks Naturfredningsforening, Naturskyddsföreningen úr Svøríki, Suomen Luonnonsuojeluliitto og Natur och Miljö úr Finlandi, Ålands Natur och Miljö og…


