Umhvørvisgóðkenningin av aling á Víkum tekur ov fá umhvørvisatlit
FNU hevur kært umhvørvisgóðkenningina at ala á Víkum. Umhvørvisgóðkenningin tekur ikki nóg breið atlit til dálking og til lívfrøðiligt margfeldi, soleiðis sum ásett er í umhvørvisverndarlógini. FNU kærir, at umhvørvisgóðkenningin er latin, uttan eina viðgerð av, hvussu laksaaling á Víkum fer at ávirka djóralívið í økinum, og náttúruvirðir, sum eru til gagns fyri fólk. Avleiðingar…

