Plastleidningar eru í grótinum frá Glyvursnesi
FNU hevur meldað Tórshavnar Havn fyri regluliga og tilvitaða plastdálking. Í marts 2017 varð klagað um, at plastleidningar skolaðu upp á land. Trupulleikin varð tó ikki loystur, og eingin vilji hevur verið til at skilja plastið úr grótinum. Tað er annars lógarkrav og krav sambært umhvørvisgóðkenningini hjá Tórshavnar Havn, at burturkast verður avhendað til brennistøðina…

