Hoyringssvar til uppskotið um náttúrumargfeldislóg sent Heilsu- og innlendismálaráðnum
Í hoyringssvarinum varð dentur lagdur á, at umhvørvisárinsmetingar skulu verða gjørdar í sambandi við ætlanir, sum hava árin á náttúruna. Hetta fevnir eisini um, tá aliloyvi verða givin, og í sambandi við yvirskipaðar ætlanir, sum hava árin á umhvørvið, so sum almenna orkupolitikkin og menningina av ferðavinnuni. Umhvørvisárinsmetingar eru partur av fleiri altjóða umhvørvissáttmálum, sum…

