Stroymað pallborðskjak í Norðurlandahúsinum
Kl. 19.00 verður ókeypis alment politiskt pallborðskjak um umhvørvið. Tey sum ikki fáa komi í Norðulandshúsið í kvøld til áhugavert politiskt pallborðskjak um veðurlagsbroytingar, orku og náttúru, kunnu fylgja við á leinkjuni her: Tiltakið verður stroymað beinaleiðis úr Norðurlandahúsinum. Tað eru Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Ringrás sum í samstarvi við Norðurlandahúsið skipa fyri tiltakinum.

