Eirið skarvin!
Nú er ikki stuttligt at vera skarvur. Um eina viku er aftur loyvt at skjóta henda vakra fugl. Skjóttgangandi bátar fara kring landið og skjóta alt, sum fyri er, bæði á sjógvi og á landi. Ungan sum gamlan fugl, alt verður fyrilitarleyst skotið. Skarvur er tamur fuglur, heldur seinur og sostatt lættur at skjóta. Vit…

