Veðurlagskreppan í fokus!
Leygardagin hin 9. oktobur seta vit veðurlagskreppuna í fokus! Vit bjóða øllum at koma við til eitt tiltak við røðum, yrkingaupplestri, tónleiki og ymsum básum. Hetta verður frá kl. 14.15 til 18.15 í Perluni og Perlutorginum í Havn. Tað er bæði ókeypis og barnavinarligt, hugnaligt og álvarsamt. Tiltakið er bæði til tann, ið vil læra…

