Steðgið oljuleitingunum umgangandi!
Oljufeløg spyrja javnan Jarðfeingi um dátur, skrivar Kringvarpið í dag. Hetta eigur at steðga umgangandi! Oljuleitingar bera ikki eina góða og trygga framtíð við sær. Tvørturímóti. Framleiðsla og brenning av koli, gassi og olju eru beinleiðis orsøk til, at vit eru í eini veðurlagskreppu, sum tekur lívið av og oyðileggur lívið hjá milliónum av fólki…

