Jólatiltak í Bøgøtu
Leygardagin tann 10. desembur frá kl 14-16 verður hugnaligt jólatiltak í hølum okkara í Bøgøtu. Hendan dagin verður møguligt at vitja okkara hølir og hugna sær í øllum jólaresinum. Hesin dagurin verður í barnahædd, og vit fara at klippa og perla jólapynt. Kakao, kaffi og vafflur verður at fáa. Øll eru vælkomin framvið 🙂 FNU

