Náttúruverndarlógin er samtykt
Føroyar fáa nú fyri fyrstu ferð eina náttúruverndarlóg, sum skal verja lívmargfeldið. Lógin varð endaliga samtykt við greiðum meiriluta í løgtingum í dag. Løgtingið samtykti við 3. viðgerð seinnapartin lógaruppskotið til náttúruverndarlóg, sum Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, bar í løgtingið fyrr í ár. Eins og við 2. viðgerð í farnu viku varð uppskotið samtykt við atkvøðunum hjá…

