Væleydnað tiltak um skynsama bygging og orku
Mikukvøldið 22. november var orkukvøld í Skúlanum við Løgmannabreyt. Evnið var, hvussu vit kunnu byggja okkara hús og bygningar soleiðis, at sum minst av orku verður brúkt – og hvussu vit kunnu fáa byggingina og orkuna so grøna og burðardygga sum møguligt. Stigtakarar og fyriskiparar av tiltakinum vóru hjúnini Magnus Thomsen og Alis Vestureið og…

