Filmur og kjak um umhvørvi og ferðslu
Hvussu gera vit ferðslukervið í Tórshavn umhvørvisvinarligari? Í sambandi við umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu skipar FNU fyri tiltaki um umhvørvi og ferðslu í Posthúskjallaranum, sunnudagin 3. mai, kl. 17-20. Vit fara at vísa spildurnýggja dokumentarfilmin Bikes vs Cars, ið lýsir spurdómar viðvíkjandi ferðslu, umhvørvi og býarmenning. Filmurin gevur innlit í, hví summi velja bilin frá…

