Hvussu gera vit ferðslukervið í Tórshavn umhvørvisvinarligari?
Í sambandi við umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu skipar FNU fyri tiltaki um umhvørvi og ferðslu í Posthúskjallaranum, sunnudagin 3. mai, kl. 17-20.
Vit fara at vísa spildurnýggja dokumentarfilmin Bikes vs Cars, ið lýsir spurdómar viðvíkjandi ferðslu, umhvørvi og býarmenning. Filmurin gevur innlit í, hví summi velja bilin frá og umstøðurnar hjá súkklarum í ymsum stórbýum kring heimin.
Eftir filmin verður borgarakjak um ferðslukervið í Havn. Hvussu eru umstøðurnar hjá bleytu ferðsluni í Havn, og hvussu kunnu vit gera tað meira freistandi at velja bilin frá?
Les eisini um tiltakið her https://www.facebook.com/events/1705072083053625/
Les meira um filmin Bikes vs Cars her http://www.bikes-vs-cars.com







