Nú stundar til løgtingsval, og í hesum sambandi verður fólkafundur um umhvørvi, náttúruvernd og veðurlagsbroytingar í viðarlundini í Havn, har sum pisurøður plaga at verða hildnar.
Tað eru Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag og Ringrás sum skipa fyri.
Byrjað verður kl. 16, har møguleiki verður at hoyra megnar røður og tónleik. Vit bjóða eisini kaffi, te og vaflur, og heita á fólk um at hava egnan kopp við.
Rani Nolsøe og Silja Johannesen fara at spæla nøkur løg og røðararnir eru:
- Magnus Gaard, lívfrøðingur
- Guðrun Zachariasen, lækni
- Katrin Petersen, Veltan
- Jógvan D. Hansen, heimspekingur
- Hjálmar Hátún, havfrøðingur
Vit vóna at vit fáa ein góðan og gevandi fólkafund og eitt umhvørvisgott løgtingsval.
Saman kunnu vit gera mun í mun til umhvørvisvernd og veðurlagsbroytingar!







