“Dreymurin um eina føroyska oljuvinnu er bæði reaktionerur og ein sovipúta fyri eitt skjótt, grønt og rættvíst orkuskifti. Oljan er trupulleikin og er ikki vegurin til grøna orkuskiftið. Oljan er bert ein dreymur, so at vit sleppa undan at gera okkurt annað, t.d. at krevja eitt rættvíst gjald frá fiski- og alivinnuni.
Veðurlagskreppan krevur handling her og nú, bæði í hugsan og gerðum. Vit skulu minka um oljunýtsluna, spara uppá orkuna og gera stórar íløgur í grøna orkuskiftið. Hetta krevur nógv av okkum.
Tíbetur eru nógv klók og virkisfús fólk í Føroyum. Saman kunnu vit seta ferð á einar burðardyggar Føroyar – tað verður uttan olju- og gassvinnu.”
Tráin P. Nónklett, søgufrøðingur og nevndarlimur í FNU hevur skrivað lesarabræv sum kann lesast í fullari longd her: https://lesarin.fo







