Debes Christiansen, sum setti í ólavsøkuna í ár, nýtti høvi at varpa ljós á álvaran í veðurlagsbroytingunum. Hann segði í røðu síni soleiðis:
“Eitt annað politiskt stórmál í mínum eygum eru veðurlagsbroytingarnar.
Allar kanningar vísa, at tað gongur bara skjótari og skjótari skeiva vegin. Hitabylgjur runt heimin verða ógvusligari og ógvusligari. Vit síggja í løtuni, hvussu gongdin er í Suðurevropa. Turkur og søguliga nógvir og stórir skógareldar, har fólk í hópatali mugu flýggja.
Natúrlig sveiggj eru í veðurlagnum. Men tað eru nú færri og færri, sum seta spurnartekn við, at tað eru vit og okkara CO2-útlát, sum er høvuðsorsøkin til globalu upphitingina í havinum og luftini – eisini kring Føroyar.”.
FNU vil minna á týdningin av, at hesin boðskapurin kemur fram, so tilvitanin um hesa stóru avbjóðing økist og politisku raðfestingnar endurspegla tað.
Mynd: Jens Kr. Vang







