Í dag er altjóða lívmargfeldisdagur, og vit vilja nýta høvið til at kunngera eitt spennandi átak, vit hava fyrireikað í samstarvi við Visit Faroe Islands, Tórshavnar kommunu og Visit Tórshavn.
Leygardagin 30. mai skipa vit fyri ruddiátaki í Havn, har bæði føroyingar og vitjandi fara at hjálpa til við at basa skøruni, sum hóttir okkara føroyska náttúrulívmargfeldi.
Á trimum støðum í Havn, sum vit hava valt í samráð við Tjóðsavnið, fara luttakarar saman við serfrøðingum og náttúrukønum at taka skøruna og læra meira um:
- Hvussu plantan verður eyðmerkt
- Hvussu hon verður tikin burtur á rættan hátt
- Hvussu forðast kann fyri víðari spjaðing
Umframt at gera ein ítøkiligan mun fyri føroyska náttúrulívmargfeldið er endamálið eisini at geva fólki eina góða uppliving í náttúruni og størri vitan um innræsnar plantur og føroyskt lívmargfeldi 🌱
Eftir ruddingina verður boðið til hugnaløtu í Perluni í Havn við góðum mati frá Grønu Matveitingini.
🌱 Tiltakið er ókeypis, øll kunnu vera við og tilmelding er neyðug
📍 30. mai kl. 13.00–16.00 á trimum ymiskum støðum í Havn
Les meira og melda til her: https://visitfaroeislands.fo/fo/tidindi/skrudagur







