Tiltøk mugu gerast beinanvegin
-Skulu munagóð tiltøk gerast fyri at minka um veðurlagskreppuna, ið er eitt stórt vandamál, mugu tiltøk gerast beinanvegin. Hetta sigur Jón Kragesteen, formaður í FNU, í samrøðu við KVF í sambandi við nýggjastu veðurlagsfrágreiðingina, sum vísir, at tað gongur ov seint við veðurlagstiltøkunum.










