Á myndini frá vinstru: Anelia Philbrow, Tráin P. Nónklett, Birita F. Kjærbæk, Jón Kragesteen, Kolbrún í Haraldsstovu og Lise Helen Ofstad. (Helena og Sjúrður mangla á myndini).
Leygardagin 29. mars hevði FNU aðalfund, og í gjár møttist nevndin til fyrsta nevndarfund og fyri at skipa seg.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
- Jón Kragesteen, formaður
- Birita F. Kjærbæk, næstforkvinna
- Tráin P. Nónklett, nevndarlimur
- Anelia Philbrow, nevndarlimur
- Helena Lamhauge-Mortensen, nevndarlimur
- Lise Helen Ofstad, tiltakslimur
- Kolbrún í Haraldsstovu, tiltakslimur
- Sjúrður Hammer, tiltakslimur
Nevndin takkar fráfarandi nevndarlimi, Ebbu Mortensen, fyri hennara tíð og íkast í nevndini.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) arbeiðir fyri náttúru- og umhvørvisvernd í Føroyum.
Øll, sum taka undir við endamálinum hjá FNU (https://fnu.fo/endamal), eru vælkomin at gerast limir í felagnum. Árliga limagjaldið er 200 kr., og til ber at tekna seg sum lim her: https://shorturl.at/SERu3







