Limatiltak
Sunnudagin 15. september fara vit eina útferð til Nólsoyar.
Skráin fyri dagin:
- 09:30 – Við Teistanum til Nólsoyar
- 10:00 – Vitja Jens-Kjeld og hoyra um hansara arbeiði
- 12:00 – Vitja urtagarðin hjá Maud og ganga ein túr til Prinsessutoftirnar
- 13:00/13:30 – Vit eta okkurt lætt, sum Maud hevur gjørt okkum, í Avhaldshúsinum
- 14:00/14:30 – Gongutúr við Jógvani Thomsen
- 16:50 – Við Teistanum aftur til Havnar
Freistin, at tekna seg til útferðina, er týsdagin 10 september, og tað kann gerast við at senda ein teldupost til fnu@fnu.fo.
Kostnaðurin fyri útferðina er 100 kr fyri limirnar, og 200 kr, um mann ikki er limur í FNU.
Bátin geldur mann sjálv/ur fyri.
Vinarliga sigið frá, um tit hava okkurt ovurviðkvæmi, ella um tit vilja hava vegetariskan mat.
At hava við: Hóskandi klæði, okkurt drekkandi, kanska onkran munnbita og gott lag. 😊
Hjartaliga vælkomin!







